Randi Jacobsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Í morgin letur Tony av Sondum upp framsýning við málningum í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.
Á framsýningini verða umleið 30 málningar - landslagsmyndir, bygda- og býarmyndir og abstraktar myndir.
Tær størstu máta 120 x 150 cm, og tær minstu máta 30 x 40 cm.
Framsýningin heldur fram til týsdagin í næstu viku, og opið er hvønn dag frá klokkan 14 til 18. Tó letur framsýningin upp í morgin klokkan 15.
Næsta grein: Miðsummarbál í Funningsfirði