Meira lív í undir Bryggjubakka

Randi Jacobsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 5

aktuelt.fo » Innanlands
Hósdagur 28. juni 2012 - 16:10

Tórshavnar býráð ætlar, at í framtíðini skulu ikki fleiri skrivstovur flyta inn í niðastu hædd í húsunum frá Vágsbotni og til Skinnarasker/Rasmusarbrúgv.

Har skal verða meira útvent virksemi.

Málið um at broyta byggisamtyktina kemur fyri á býráðsfundinum í Havn í kvøld.

Hetta merkir ikki at teir bygningar sum í løtuni hava skrivstovur ella annað í niðastu hædd, skulu broyta virksemið. Men um eitt nýtt leigumál kemur inn í bygningin á niðastu hædd, skal hetta hava útvent virksemi.

Útvent virksemi merkir til dømis kafé, matstova og handil.