Nakrir túsund føroyingar í fátækraváða

Vilmund Jacobsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 6

aktuelt.fo » Innanlands
Mánadagur 2. juli 2012 - 15:33


4000 føroyingar eru í fátækraváða. Hetta vísir nýggj kanning hjá Hagstovu Føroya. Hóast hetta ljóðar av nógvum, eru tað lutfalsliga fáir føroyingar sum liva í fátækraváða í Føroyum samanborið við ES-lond.

Í Føroyum vóru tað 8,5 prosent av borgarunum, sum liva í fátækraváða. Í Bretlandi er talið 17,1, í Danmark 13,3, og í Íslandi er talið 9.8 prosent.

Vert er eisini at hava í huga, at minni partur livir í fátækraváða í hesum grannalondum okkara enn eitt nú í restini av Evropa.

- Sambært kanningini hava Føroyar nógv minsta lutfalsliga partin av borgarum, sum eru undir markinum fyri fátækraváða av londunum í Evropa.

Hesi 8,5 prosentini eru í tali umleið 4.000 borgarar.