Noktar seg framvegis sekan

Deil á Facebook
Mikudagur 22. februar 2012 - 14:24

Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen, noktar seg framvegis sekan.

Í dag var maðurin aftur í rættunum, og varðhaldsfongslingin varð longd við fýra vikum.

Ákærin nevndi, at ákæran um dráp stendur við.

So vórðu hurðarnar stongdar. Tað varð gjørt við grundgevingini, at tað kann skaða kanningararbeiði hjá politinum, um tað, sum sagt varð í rætinum, kemur alment út.

Varðhaldsfongslingin varð longd, tí mentalkanningin er ikki liðug, og úrslitini av øðrum kanningum ikki eru komin enn. Sjálvt kanningararbeiðið er heldur ikki liðugt enn.


Randi Jacobsen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Stoltenberg longu farin…

Jens Stoltenberg, norski forsætisráðharrin, er longu farin aftur til verka…

Fyrilestur um kvinnukúgan...

Leygardagin 19. mai heldur heldur Soheila Fors, sum er úr…

Stoltenberg í Føroyum…

Í dag vitja norsku forsætisráðharrahjúnini í Føroyum. Hetta er fyrsta…