Norskur sangevangelistur vitjar

Deil á Facebook
Týsdagur 21. juni 2011 - 19:59

Vikuskiftið 24.-26. juni, vera sangmøtir við norska sangevangelisturin Irene Krokeide Alnes. Tiltøk vera bæði í Klaksvík og á Toftum.

Irene er óivað best kend saman við Marit Stokken. Tær hava sungið saman síðani 1974 og hava givið hópin av fløgum um út. Tær eru víða kendar í Norra, har tær ferðast nógv sum sangevangelistar. Har eru tær kendar sum “Marit og Irene”.

Tær hava eisini eina heimasíðu sum eitur: www.maritogirene.com. Har ber til at lesa um tær og hoyra brot úr teirra sangum.

Í 1980 vóru tær í Føroyum og vitjaðu. Tá sungu tær á landsstevnuni hjá sjómanskvinnuringunum í Føroyum, sum tá var hildin í Runavík.

Ætlanin var, at Marit skuldi vera við á føroyavitjaninni nú, men vegna sjúku í familjuni, hevur hon givið avboð.

Ístaðin fara Niels og Fríðbjørg Hammer at syngja saman við Irenu. Niels og Irena kennast frá bíbliuskúla í Norra og sungu nógv saman tá.

Skráin fyri sangmøtini er hendan:
Fríggjadagin 24. juni kl.20.00 í KFUM&K í Klaksvík
Leygardagin 25. juni kl.20.00 í Tabor á Toftum
Sunnudagin 26. juni kl.18.00 í Tabor á Toftum.
Sunnudagin fer Taborkórið eisini at syngja á møtinum.
Øll eru vælkomin til sangmøtini.


Leo Poulsen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Stoltenberg longu farin…

Jens Stoltenberg, norski forsætisráðharrin, er longu farin aftur til verka…

Fyrilestur um kvinnukúgan...

Leygardagin 19. mai heldur heldur Soheila Fors, sum er úr…

Stoltenberg í Føroyum…

Í dag vitja norsku forsætisráðharrahjúnini í Føroyum. Hetta er fyrsta…