Árni Joensen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Tað er ikki vist, at forsetavalið í USA í heyst verður so spennandi, sum meiningakanningar fyrr hava bent á. Í hvussu er vísir ein nýggj kanning hjá Bloomberg News, at Barack Obama, forseti, at langt framman fyri tann republikanska avbjóðaran, Mitt Romney.
53 prosent av teimum, sum ætla sær á val í november, siga, at tey ætla sær at atkvøða fyri Barack Obama. 40 prosent siga, at tey fara at seta kross við Mitt Romney.
Bloomberg News sigur, at munurin millum teir báðar er væl størri, enn hann hevur verið í teimum kanningunum, sum hava verið í seinastuni.
Forsetavalið tann 6. november er tað 57. í røðini, og tá skulu amerikanarar velja forseta og varaforseta fyri árini 2013-2017.
Næsta grein: Nationalbankin og Landsbankin samstarva um hagtøl