Onslow er deyður

Eyðun Klakstein
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 8

aktuelt.fo » Uttanlands
Sunnudagur 29. juli 2012 - 00:56

Sjónleikarin Geoffrey Hughes, sum føroyingar kenna best sum Onslow í Fínt Skal Tað Vera, doyði fríggjakvøldið.

Geoffrey Hughes var 68 ára gamal og doyði av krabbameini í prostata. Hann hevur í longri tíð stríðst ímóti sjúkuni, sum nú fekk takið á honum.

Geoffrey Hughes vaks upp í Liverpool, men búði seinastu tíðina av lívi sínum á Isle of Wight. Hann hevur seinastu trý árini fingið viðgerð fyri krabbamein í Portsmouth, men hann gjørdist ongantíð frískur.

Árini frá 1990 til 1995 hevði hann leiklutin sum tann dovni og forherðaði Onslow í sjónvarpsrøðini Fínt Skal Tað Vera, og føroyingar komu at kenna Onslow væl, tí sendirøðin hevur verið nógv at sæð í føroyskum sjónvarpi.