Privatu tænastuvinnurnar stóra framgongd

Deil á Facebook
Mikudagur 8. februar 2012 - 13:45

Seinasta hálva árið hevur tað verið framgongd í lønunum hvønn mánað, og januar var onki undantak, tá tað vóru útgoldnar 520 milliónir krónur í lønum. Hetta er 14 milliónir meira enn í fjør, framgongdin er 2,7 prosent.

Høvuðsorsøkin til framgongdina fyrr í vetur var góða gongdin í hýrunum, men nú í januar vóru hýrurnar lægri enn í januar í fjør. Samanlagt minkaðu lønirnar 3,4 prosent í fiski-, ali- og aðrari ráevnisvinnu.

Hinvegin var stórur vøkstur innan privatar tænastuvinnur, 7,2 prosent, og har var tað serliga sjóflutningur og vinnuligar tænastur, sum áttu vøksturin.


Randi Jacobsen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Stoltenberg longu farin…

Jens Stoltenberg, norski forsætisráðharrin, er longu farin aftur til verka…

Fyrilestur um kvinnukúgan...

Leygardagin 19. mai heldur heldur Soheila Fors, sum er úr…

Stoltenberg í Føroyum…

Í dag vitja norsku forsætisráðharrahjúnini í Føroyum. Hetta er fyrsta…