Samgongan vil hava føroyingar at drekka minni

Deil á Facebook
Fríggjadagur 18. november 2011 - 17:10

Hendan samgongan hevur sett sær fyri at fáa føroyingar at drekka minni.

Tað er málsetningurin í samgonguskjalinum, sum teir fýra flokkarnir, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin, hava undirskrivað.
Í samgonguskjalinum stendur, at ein greiður rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur skal orðast sum skjótast.

Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, staðfestir, at tað, sum liggur í hesi orðingini er, at samgongan skal seta sær eitt greitt mál um at seta tiltøk í verk fyri at minka um rúsdrekkanýtsluna í Føroyum.

Hvussu hetta skal gerast, er ikki staðfest nágreiniliga, men málið liggur í Heilsumálaráðnum og har hevur Miðflokkurin landsstýrismannin, sum eitur Karsten Hansen.
Sostatt fær Miðflokkurin avgerandi ávirkan á rúsdrekkapolitikkin framyvir.

- Endamálið skal vera at minka um rúsdrekkanýtsluna. Men eydnast tað ikki, verður neyðugt at seta tiltøk í verk fyri at fáa nýtsluna at minka
Hvørji tiltøk, talan er um, kann Bill Justnussen ikki siga enn.

- Men eitt, vit hava víst á fleiri ferðir, er at tað er alt ov lætt hjá blaðungum at fáa fatur á rúsdrekka, sigur Bill Jistinussen.

- Hóast aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka formliga er 18 vísir tað seg at vera lætt hjá 15 ára gomlum at fáa fatur á rúsdrekka. So høvdu vit sett adursmarkið til 21 ár, høvdu vit kanska fingið eitt veruligt 18 ára aldursmark, heldur hann.

- Tí er ein møguleiki, at aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka, verður hækkað upp í 21 ár.

- Okkara fremsta endamál er at tryggja, at børnini sleppa skaðaleys ígjøgnum barna- og ungdómsárini, til tey eru vaksin og kunnu taka eitt frítt val um tey vilja drekka ella ikki.
- Verða tey fangað í rúsdrekkamisnýtslu longu á blaðungum árum, hava tey í veruleikanum ikki eitt frítt val, tá ið tey verða vaksin, tí tá er longu ov seint.

Kortini sigur hann, at tiltøkini skulu setast í verk í samráð við Fólkaheilsuráðið og onnur, sum hava við hesi viðurskifti at gera, fyri ikki at seta tiltøk í verk, sum tað ikki ber til at seta í verk.

Í løtuni drekkur hvør føroyingur sjey litrar av reinum alkoholi um árið og eitt dømi um eitt veruleikakent mál kundi verið at minka rúsdrekkanýtsluna niður í seks litrar fyri hvønn føroying, heldur Bill Justinussen


Áki Bertholdsen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Stoltenberg longu farin…

Jens Stoltenberg, norski forsætisráðharrin, er longu farin aftur til verka…

Fyrilestur um kvinnukúgan...

Leygardagin 19. mai heldur heldur Soheila Fors, sum er úr…

Stoltenberg í Føroyum…

Í dag vitja norsku forsætisráðharrahjúnini í Føroyum. Hetta er fyrsta…