Sat í fongsli í 49 ár

Árni Joensen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 4

aktuelt.fo » Uttanlands
Leygardagur 18. august 2012 - 11:20

Í gjár slapp tann 70 ára gamla Betty Smithey úr einum fongsli í amerikanska statinum Arizona. Í samfull 49 ár hevur hon sitið aftan fyri rimarnar, síðani hon í 1963 varð funnin sek í at hava beint fyri einum 15 mánaðir gomlum barni.

Eingin kvinna hevur sitið so leingi í einum amerikonskum fongsli sum Betty Smithey, skrivar AP.

Tá hon varð latin leys í gjár, segði hon við fjølmiðlarnar, at hon er ikki tann sama longur. Hon greiddi frá, at síðani hon fekk eitt bræv frá mammuni at barninum, sum hon beindi fyri, har mamman fyrigav henni illgerðina, hevði hon broytt sítt lív.