Sivil løgregla fylgir ovastevnu

Vilmund Jacobsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 3

aktuelt.fo » Innanlands
Leygardagur 11. august 2012 - 22:41


Undir Botnagarði í kvøld hitti Portalurin Paulu Eikhólm, sum er løgreglufólk, men hevur frí, nú ovastevna er. Tað er Paula, sum situr í miðjuni á myndini, sum vit prenta til henda greinastubba.

Paula veit at siga, at tvey løgreglufólk eru í Nólsoy í kvøld og í nátt, og tey fara at vera her, til tað stundar móti morgni.

Sum skilst, eru løgreglufólkini ikki í løgreglubúnum, og tí síggjast tey ikki soleiðis uttan nakað víðari í gøtuni í Nólsoy.

Í Nólsoy er nógv fólk, men tað er friðarligt, og fólk hugna sær óført.

Seinni í kvøld er nakað av mjørka rikið inn yvir bygdina, men hetta hevur onga ávirkan á veður, ei heldur á lýggjuna, sum er í kvøld.

Saman við vinfólki tekur Paula Eikhólm sær av løttum í Nólsoy í kvøld.