-Sjálvandi vísa vit myndir av grindadrápi

Barbara Holm
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 29

aktuelt.fo » Innanlands
Hósdagur 9. august 2012 - 14:40

Í hesum døgum verður dúgliga kjakast um hvørt tað er rætt, at føroyskir tíðindaportalar leggja myndir av grindadrápi út.

Aðrastaðni á portalinum stendur at lesa, at ein grein um grindadrápið í Vági í gjár hevur sligið met á portalinum. Greinin “Um 150 hval lagt beinini” er lisin yvir 34.000 ferðir, og yvir
900 viðmerkingar eru til hesa greinina.

Fleiri føroyingar hava síðani ført fram her á portalinum, at tey halda tað vera skeivt, at tíðindaportalar leggja myndir av grindadrápi út til allan heimin at síggja – og kritisera.

Men Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á portalinum og Sosialinum er als ikki samdur.

- Vit góðtaka grindadráp, og vit meina eisini, at vit gera tað á ein humanan hátt, og tað er tað, sum vit royna at greiða fólki frá. Og í 2012 ber ikki til at halda nakað loyniligt, og vit kunnu als ikki fara at dylja grindadráp, tí veruleikin er sum hann er. Um grindadráp ikki tolir at koma á internetið, so kunnu vit snøgt sagt ikki drepa grind longur, sigur Eirikur
Lindenskov.

Aftur í dag er grindadráp á skránni – hesaferð í Hvannasundi. Eisini hendan greinin, sum eitur “Grindin hildin til” er nógv lisin, og yvir 60 viðmerkingar eru til greinina, og nógvar av
teimum eru frá útlendingum.