Skera upp grind á Sjómannadegnum

Eirikur Lindenskov
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 5

aktuelt.fo » Innanlands
Hósdagur 2. august 2012 - 12:33

Nú Klaksvíkin stendur á høvdinum í samband við fyrireikingar til ársins Summarfestival eru fyrireikingarnar til Føroya Sjómannadag, sum verður í Klaksvík 18. august, eisini í gongd.

Ein fastur táttur á Føroya Sjómannadegi er, at Grindamannafelagið vísir, hvussu hvalir verða skornir upp. Frásøgmaður greiður frá bæði á føroyskum og enskum, men tiltakið hevur ikki verið á hvørjum ári, tí tað hevur ikki altíð hepnast at fingið hendur á grindahvali.

Men seinast grind var í Klaksvík, var sýslumaðurin so beinasamur at lata ein hval til Føroya Sjómannadag, og Sjúrður Josephsen skipaði síðani fyri, at hvalurin varð lagdur í ein frystikonteynara hjá Faroe Ship í Norðhavnini.

Skráin til Føroya Sjómannadag verður kunngjørd í vikuni beint eftir Summarfestivalin.

– Dragin samskipar aftur í ár framsýning av stóru træseglskipunum, og sum skilst verða øll skipini við aftur í ár, og kanska onkur fyri fyrstu ferð. Meira um hetta í næstu viku, siga fyrireikararnir.

VIÐKOMANDI