Skúla-føroyameistarin í íverkseting finnast fríggjadagin

Deil á Facebook
Mikudagur 22. februar 2012 - 15:30

Fríggjadagin fer Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, at seta ársins finalu í stóru íverksetarakappingini, SkúlaFM, sum hon verður nevnd.

Síðani september 2011 hava 400 næmingar í seks skúlum verið við í ársins íverksetarakapping, sigur Íverksetarahúsið.

Nú er feltið tódnað niður í 20 næmingar, sum hava kvalifiserað seg til at umboða skúlarnar í sjálvari finaluni og hon verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum í fríggjamorgunin frá klokkan 9.30.

- Stóra luttøkan í SkúlaFM má sigast at vera eitt rættuligt gjøgnumbrot fyri íverkseting í fólkaskúlanum, sigur Íverksetarahúsið.

Nú stendur sjálv finalan fyri framman, og vit bíða í spenningi eftir, um tað skal vera Meginskúlin á Sandi, Nám X, Stranda skúli, Fuglafjarðar skúli, Skúlin við Ósánna ella Skúlin á Ziskatrø, sum verður ársins íverksetaraskúli.

Vinnararnir fáa heiðursgávur frá Íverksetarahúsinum, umframt frá Jóhan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum og BankNordik.

Í dómsnevndini sita Tór Verland í BankNordik, Jónhild Rasmussen, á Føroya Tele og Kitty May Ellefsen frá Íverksetarahúsinum.


Áki Bertholdsen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Stoltenberg longu farin…

Jens Stoltenberg, norski forsætisráðharrin, er longu farin aftur til verka…

Fyrilestur um kvinnukúgan...

Leygardagin 19. mai heldur heldur Soheila Fors, sum er úr…

Stoltenberg í Føroyum…

Í dag vitja norsku forsætisráðharrahjúnini í Føroyum. Hetta er fyrsta…