Stak frikðarligt á Summar Festivalinum

Leo Poulsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 1

aktuelt.fo » Innanlands
Mánadagur 6. august 2012 - 09:13

Vikuskiftið hevur verið stak friðarligt, og einki er at tosa um á Summar Festivalinum í Klaksvík.

Tað hava sjálvandi verið nógvar uppringingar, men tað hevur sum nevnt verið ógvuliga friðarligt, sigur vakthavandi á politistøðini.

Leygardagin var ein maður tikin á Sumkmar Festivalinum við einari rúgvu av rúsevnum uppi á sær, og hann varð í grundlógaravhoyri varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Annars kannaði politiið eitt møguligt spiritusmál í morgun, men annars er einki at skriva heim um, sum vakthavandi málbar seg.

 

Næsta grein: Norsk ferja á land