Stór hampplantaga avdúkað í Klaksvík

Leo Poulsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 17

aktuelt.fo » Innanlands
Hósdagur 14. juni 2012 - 18:29

Narkoløgreglan hevur í dag gjørt húsarannsókn í Klaksvík, har teir hava lagt hald á eitt stórt tal av hampplantum.

Mikkjal Thomasen, leiðari av narkoløgregluni, sigur við Rás2, at talan er um eina óvanliga stóra plantagu.

Upplýsingar, sum Rás2 hevur fingið fatur á, siga, at talan er millum 70 og 80 plantur.

Narkoløgreglan hevur í hesum sambandi handtikið ein mann, sum nú verður avhoyrdur.