Stór vatnflóð í Avstralia

Deil á Facebook
Sunnudagur 5. februar 2012 - 18:30

Myndugleikarnir í avstralska statinum Queenaland hava biðið tey 3.800 fólkini í býnum St. George fara úr býnum, tí støðugt veksandi vatnflóð hóttir við at kvetta sambandið við býin. Løgreglan sigur, at eydnast tað ikki øllum at sleppa úr býnum nóg skjótt, verða tey seinastu flutt við tyrlu.

Fólk hava fingið at vita, at gera tey ikki eftir boðunum frá myndugleikunum, verða tey flutt burtur við makt.

Í býnum Roma, sum er norðan fyri St. George, hevur vatnflóðin kravt eitt mannalív. Løgreglan kunngjørdi í dag, at hon hevur funnið líkið av einari kvinnu. Kvinnan var í einum bili, sum bleiv skolaður burtur av vatnflóðini.


Árni Joensen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Ahmadinejad vil sleppa…

Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, segði í gjár, at hann vónar…

Danskt skip flytur…

Danska farmaskipið Danica Brown hjá reiðarínum H. Folmer & Co.…

34 deyð í…

Í minsta lagi 34 fólk doyðu, og 21 fingu skaða,…