Sunt at búgva við sjógvin

Árni Joensen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 8

aktuelt.fo » Uttanlands
Týsdagur 17. juli 2012 - 21:16

Tað kemur kanska ikki óvart á nakran, at tað er gott fyri heilsuna at búgva við sjógvin, men nú er tað eisini vísindaliga prógvað. Í Bretlandi hava vísindafólk kanna hetta, og teirra niðurstøða er greið: Fólk, sum búgva úti við sjógvin, hava munandi betri heilsu enn tey, sum búgva inni í landinum.

Vísindamaðurin Ben Wheeler, ið starvast á lærda háskúlanum í Exeter, hevur staðið fyri kanningini. Hann sigur, at tað er eingin ivi um niðurstøðuna, men hinvegin torir hann ikki at siga við vissu, at tað er saltið í luftini úti við sjógvin, sum ger mun.

Ein annar partur av niðurstøðuni hjá teimum bretsku vísindafólkunum er, at sjógvurin hevur sissandi ávirkan á tey, sum búgva har.