Tarmbakteria stongt sjúkrahúsdeild

Árni Joensen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 1

aktuelt.fo » Uttanlands
Mikudagur 27. juni 2012 - 17:20

Leiðslan á universitetssjúkrahúsinum í Odense hevur gjørt av at lata eina deild aftur, eftir at sjúkrahúsið hevur staðfest eina hættisliga tarmbakteriu hjá tveimum sjúklingum. Sjúkrahúsið skrivar á heimasíðu síni, at teir báðir sjúklingarnir eru avbyrgdir, og at deildin er stongd tær næstu fýra vikurnar.

Tarmbakterian, sum sjúkrahúsið hevur staðfest hjá teimum báðum sjúklingunum, er ein útgáva av bakteriuni Clostridium difficile, sum elvir til leyst lív. Sjúklingarnir fáa nú serviðgerð.

Universitetssjúkrahúsið sigur, at tann stongda deildin skal vaskast væl og virðiliga. Tað er ikki nóg mikið við vatni og sápu, og tí verður deildin reinsað við evnum við klori í, sigur sjúkrahúsið.