Eirikur Lindenskov
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Ein 45 ára gamal maður varð tikin við stórari nøgd av hassji og øðrum ólógligum narkotiskum evnum á summarfestivalinum leygarnáttina.
Løgreglan hevur havt neyvt eftirlit við rúsevnum á summarstevnum, og hetta førdi til handtøkuna, sum varð framd uttan fyri sjálvt festivaløkið.
Maðurin var fyri í grundlógaravhoyri fyri afturlætnum hurðum í gjár, og har varð hann varðhaldsfongslaður í fýra vikur, meðan málið verður kannað.
Næsta grein: Funnu svartan kassa úr Hercules-flogfarinum