Topp-politikari skuldsettur fyri neyðtøku

Deil á Facebook
Mikudagur 8. februar 2012 - 10:25

Næstformaðurin í norska flokkinum Vinstra, Helge Solum Larsen, er skuldsettur fyri at hava neyðtikið eina 17 ára gamla gentu seinasta vikuskiftið. Tað skrivar blaðið VG.

Ein talsmaður fyri flokkin sigur, at tann 43 ára gamli Helge Solum Larsen hevur viðgingið, at hann hevði kynsligt samband við gentuna, men at talan var ikki um neyðtøku. Gentan heldur hinvegin uppá, at hann bleiv neyðtikin.

Helge Solum Larsen, sum hevur verið næstformaður í Vinstra síðani í 2010, hevur nú sagt starvið frá sær. Hann hevur verið býraðslimur í Stavanger síðani 1991.


Árni Joensen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Ahmadinejad vil sleppa…

Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, segði í gjár, at hann vónar…

Danskt skip flytur…

Danska farmaskipið Danica Brown hjá reiðarínum H. Folmer & Co.…

34 deyð í…

Í minsta lagi 34 fólk doyðu, og 21 fingu skaða,…