Trygdarráðið má taka ábyrgd

Árni Joensen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

aktuelt.fo » Uttanlands
Hósdagur 19. juli 2012 - 11:20

Trygdarráðið hjá ST fer í dag at viðgera støðuna í Sýrialandi og at taka støðu til møgulig nýggj tiltøk ímóti stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta.

Undan fundinum hevur Ban Ki-moon, aðalskrivari, sagt, at nú má ráðið taka ábyrgd. Aðalskrivarin fordømdi í gjárkvøldið harðskapin í Sýrialandi og serliga bumbuatsóknina í gjár, sum kostaði tveimum ráðharrum og einum vararáðharra lívið. Men hann fordømdi eisini sýriska herin, tí hann brúkar tung vápn ímóti fólki í býunum.

Forsetarnir í USA og Russlandi, Barack Obama og Vladimir Putin, tosaðu í gjár í telefon um tað seinasta, sum er hent í Sýrialandi, og hvat gerast skal. Í einari fráboðan, sum kom úr Hvítu Húsunum aftan á samrøðuna, varð staðfest, at londini eru ikki samd um, hvat skal gerast, men at tey eru samd um at arbeiða saman fyri at loysa kreppuna.

 

Næsta grein: Mary Strøm í Smiðjuni