Úlvar lupu á kvinnu

Árni Joensen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 6

aktuelt.fo » Uttanlands
Sunnudagur 17. juni 2012 - 16:15

Ein kvinna doyði í dag, eftir at fleiri úlvar lupu á hana inni í Kolmården- djóragarðinum í Svøríki. Tað váttar, stjórin í djóragarðinum, Mats Höggren, fyri Aftonbladet.

Eygnavitni hava greitt frá, at kvinnan var inni í einum avbyrgdum øki, har vitjandi kunnu geva djórunum at eta, tá hon brádliga bleiv kringsett og álopin av einum úlvaflokki.

Jan Tegnborg hjá bjargingartænastuni í býnum Norrköping sigur við blaðið Expressen, at tað tók sína tíð at fáa fatur á kvinnuni, tí tað er ikki gamansleikur at fara inn í ein úlvaflokk. Kvinnan bleiv flutt á sjúkrahús, men doyði.

Kolmården er ein av teimum størstu djóragørðunum í Evropa.