Um 150 hval lagt beinini

Leo Poulsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 1550

aktuelt.fo » Innanlands
Sunnudagur 12. august 2012 - 08:08

Grindin, sum varð funnin í morgun eystan fyri Flesjarnar í Sumba, hevur nú lagt beinini.

Tað gekk væl at reka, og vestfjalla var, so undanstreymur var.

Grindin var hildin til um 14.30 tíðina í Vági, og meginparturin gjørdi landgongd. Men av tí at grindin gjørdi landgongd á vestara armi av vágni, har grótut er, tók drápið heldur longri tíð, enn um landgongdin var á sandinum.

Drápið gekk tó eftir umst5øðunum bæði skjótt og væl, og um 15-tíðina hevði alt lagt beinini.

Mett verður, at grindin er um 150 hval.

Einir 40-50 bátar tóku lut í rakstrinum og drápinum, og ein stór mannfjøld var á sandinum – tó vóru nógv bert áskoðarar.

Nú verður so farið undir at merkja hvalirnar.



Myndafrásøgnir - Grind í Vági 8/8-2012   (Myndir: DS)