Undantak frá kravi um umhvørvisárinsmeting

Deil á Facebook
Mikudagur 8. februar 2012 - 11:06

Vestmanna kommuna hevur ætlan um at seta eina vatnturbinu á verandi drekkivatnsleiðing frá Krákugjógv til vatnbrunnin við Gjógvará, og harvið vinna elorku úr drekkivatninum.

Sambært elveitingarlógini skal gerast ein umhvørvisárinsmeting, sum skal verða góðkend av Umhvørvisstovuni áðrenn loyvi kann verða veitt til elframleiðslu. Tó kann Umhvørvisstovan veita undantak frá hesum kravi.

Av tí, at tað einki inntriv er á náttúruna, herundir vatntøka, leggjan av vatnveiting ella vegagerð, metir Umhvørvisstovan, at verkætlanin ikki hevur nakað árin á náttúru ella umhvørvi, meiri enn tað, sum longu er gjørt.

Tí hevur Umhvørvisstovan tikið avgerð um at veita kommununi undantak frá kravinum um umhvørvisárinsmeting.


Randi Jacobsen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Stoltenberg longu farin…

Jens Stoltenberg, norski forsætisráðharrin, er longu farin aftur til verka…

Fyrilestur um kvinnukúgan...

Leygardagin 19. mai heldur heldur Soheila Fors, sum er úr…

Stoltenberg í Føroyum…

Í dag vitja norsku forsætisráðharrahjúnini í Føroyum. Hetta er fyrsta…