Varðhaldsfongslaður í fýra vikur

Eirikur Lindenskov
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

aktuelt.fo » Innanlands
Sunnudagur 19. august 2012 - 22:52

Tann 32 ára gamli maðurin, sum í morgun brúkti knív ímóti einum 40 ára gomlu manni í Plantasjuni í Havn, er eftir grundlógaravhoyring í kvøld varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Talan er um skuldsetingar eftir trimum greinum í revsilógini, tí maðurin er skuldsettur fyri harðskap eftir grein 244 í revsilógini, fyri hóttanir eftir grein 266 og fyri likamligan skaða eftir grein 245.

Í grundlógaravhoyringini í Føroya rætti játtaði hann seg sekan í at hava sligið tann 40 ára gamla í høvdið og andlitið, og at hava skorið hann í høkuna við einum knívi, hann hevði uppi á sær.

Fjølmiðlarnir fingu annars forboð ímóti at referera annað enn skuldsetingina og longdina á fongslingini frá rættarfundinum, tí politiið enn ikki hevði avhoyrt eitt møguligt vitni í málinum.