Vatnflóð í Jútlandi

Leo Poulsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

aktuelt.fo » Uttanlands
Mánadagur 6. august 2012 - 11:38

Glopraregn frá morgunstundini hevur ført til vatnflóð í Aalborg og øðrum støðum í Mið- og Norðurjútlandi, og fráboðanir streyma inn til Falck.

Samstundis boðar DMI frá grimdarregni í Norður-, Mið- og Vesturjútlandi, Suðurjútlandi og Fjóni.

Sambært Nordjyske.dk eru fleiri kloakklok trýst upp og vatnflóð er fráboðað fleiri staðni. Rabattin fram við einum motorvegi er máa undan, og ein koyribreyt er sperrað.

Veðurvánirnar siga tó, at tað ringasta er yvirstaðið um miðdagsleitið, skrivar BT.