Veðrið noyðir Heathrow at avlýsa

Deil á Facebook
Leygardagur 4. februar 2012 - 20:20

Leiðslan í teirri stóru Heathrow-floghavnini í London kunngjørdi í dag, at hon hevur gjørt av at avlýsa næstan 30 prosent av øllum fráferðunum í morgin orsakað av kava, kulda og vánaligum sýni. Veðurmenninir hava sagt, at tað fer at kava í kvøld og í nátt.

Heathrow er ein av teimum størstu floghavnunum í heiminum, og hvønn dag ferðast meiri enn 180.000 fólk um floghavnina.

Hin stóra floghavnin í London, Gatwick, hevur ikki kunnjgørt nakrar avlýsingar, men hon hevur mælt ferðafólki til at fylgja væl við møguligum broytingum.


Árni Joensen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Ahmadinejad vil sleppa…

Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, segði í gjár, at hann vónar…

Danskt skip flytur…

Danska farmaskipið Danica Brown hjá reiðarínum H. Folmer & Co.…

34 deyð í…

Í minsta lagi 34 fólk doyðu, og 21 fingu skaða,…