Verjin krevur Breivik fríkendan

Árni Joensen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 25

aktuelt.fo » Uttanlands
Fríggjadagur 22. juni 2012 - 11:20

Verjin hjá Anders Behring Breivik, Geir Lippestad, bað fyrrapartin tingrættin í Oslo fríkenna Breivik. Í øðrum lagi bað hann rættin geva Breivik ta linastu revsingina, sum er møgulig.

-Eg mæli til, at hann prinsipielt verður fríkendur. Breivik hevur viðurkent sínar gerðir, men ikki, at talan er um brotsverk, tí hann metir gerðirnar sum neyðverju, segði Lippestad í rættinum.

Hann segði eisini, at Breivik er ikki sinnissjúkur og kann dømast í fongsul.