Vesturlendsk tíðindafólk deyð í Homs

Deil á Facebook
Mikudagur 22. februar 2012 - 14:20

Amerikanska tíðindakvinnan Marie Colvin og franski myndamaðurin Remi Ochlik hava latið lív í einum rakettálopi á sýriska býin Homs. Marie Colvin (myndin) arbeiddi fyri bretska blaðið Sunday Times, og Remi Ochlik var myndamaður hjá franska tíðarritinum Paris Match.

Tíðindastovan Reuters skrivar, at tey bæði royndu at finna okkurt skjól, tá fleiri rakettir raktu bygningin, sum tey vóru í. Minst tvey onnur tíðindafólk vórðu særd.

Sostatt hava trý vesturlendsk tíðindafólk latið lív í Sýrialandi higartil í ár. Í januar doyði franski sjónvarpsmaðurin Gilles Jacquier har.

Síðani uppreisturin ímóti Bashar al-Assad, forseta byrjaði fyri einum ári síðani, hava myndugleikarnir noktað útlendskum tíðindafólki inn í landið, men nøkur hava kortini valt at sníkja sær inn um markið.


Árni Joensen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Ahmadinejad vil sleppa…

Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, segði í gjár, at hann vónar…

Danskt skip flytur…

Danska farmaskipið Danica Brown hjá reiðarínum H. Folmer & Co.…

34 deyð í…

Í minsta lagi 34 fólk doyðu, og 21 fingu skaða,…