Við pumpumakreli á Kollafirði

Rógvi Nybo
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 3

aktuelt.fo » Innanlands Vinnulív
Mikudagur 4. juli 2012 - 12:40

Tróndur í Gøtu landar í dag 1.050 tons av makreli við sild sum hjáveiðu í Kollafirði. Tróndur í Gøtu hevur verið norðanfyri Føroyar, har teir hava roynt eftir makreli saman við Finnuri Fríða og Jupiter.

Tróndur í Gøtu hevur pumpað fiskin við nýggju pumpuni, sum pumpar makrelin upp úr trolinum, so hvørt sum hann kemur í trolið.

Heimasíðan hjá Varðanum skrivar, at skiparin á Tróndi í Gøtu, Frits Thomsen, letur væl at kvalitetinum, og fiskurin kom sprellandi niður í kølitangarnar.

Heimasíðan skrivar, at støddin var góð – okkurt um 400 gram í miðal á makrelinum og um 320 gram í miðal á sildini.

Tróndur í Gøtu var á Kollafirði á midnátt, og tað tekur okkurt um hálvtannað samdøgur at landa skipið.