Viðareiðistunnilin á tekniborðinum

Uni Holm Johannesen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 13

aktuelt.fo » Innanlands
Fríggjadagur 13. juli 2012 - 15:04

Lisitatión hevur júst verið um projektering av Viðareiðistunlinum. Talan var um innbodna lisitatión millum føroyskar fyritøkur, har tó bert eitt tilboð kom inn.

Tað var LBF (fyrrverandi Landsbyggifelagið), sum kom við einasta tilboðnum, ið var upp á 1,78 mió. krónur. Metti kostnaðurin var umleið 2,0 mió. krónur.

Talan er um at gera tunnil millum Hvannasund og Miðdal og veg hagani til Viðareiðis. Kostnaðurin er mettur til 160 mió. krónur, og byggitíðin verður umleið trý ár.

Støðan við verandi farleið er, at Viðareiðisvegnum er einbreytaður, hóast nakað av vegnum er breiðkaður til tvær breytir. Vegurin liggur í brattlendi og hevur trupulleikar av grótlopi.

Í september 2011 búði 343 fólk á Viðareiði, og miðalferðslan var 433 akfør um døgnið.

Landsverk fer nú at kanna tilboðið upp á projekteringina av Viðareiðistunlinum nærri, og eftir ætlan skal verða klárt at fara undir at projektera um miðjan august.

 

Næsta grein: Vatnflóð í Grønlandi