Vilja ikki hava kjarnorkuna aftur

Árni Joensen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

aktuelt.fo » Uttanlands
Fríggjadagur 29. juni 2012 - 23:20

Umleið 20.000 fólk gingu í dag mótmælisgongu uttan fyri húsini hjá japanska forsætisráðharranum, har tey mótmæltu avgerðini hjá politikarunum at seta tveir kjarnorkureaktorar í gongd. Síðani í síðsta mánað hevur Japan ikki havt nakra kjarnorku, tí tá varð tann seinastu reaktorurin sløktur eftir óhappið á Fukushima-verkinum í fjør.

Tað var í mars, at stjórnin samtykti at seta tveir reaktorar har vesturi í landinum aftur í gongd, og síðani hava mótmælistiltøk verið ímóti avgerðini. Í síðstu viku gingu umleið 45.000 fólk mótmælisgongu uttan fyri húsini hjá stjórnarleiðaranum, og í dag vóru tey umleið 20.000 í tali, skrivar AFP.

Nógvir japanar eru ímóti at fara aftur til kjarnorku, tí teir kenna seg ikki heilt tryggar eftir avleiðingarnar av óhappinum á Fukushima-verkinum.