Viltist í mjørkanum

Randi Jacobsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 5

aktuelt.fo » Innanlands
Hósdagur 2. august 2012 - 10:45

Seinastu dagarnar hevur verið grátt í Havn, og í fjøllunum hevur verið nógvur mjørki.
Tað kann vera vandamikið at fara í hagan, tá ið mjørki legst á.

Tað kundi ein amerikanari sanna í gjárkvøldið.

Klokkan hálvgum ellivu ringdi hann til politiið og boðaði frá, at hann var vilstur í haganum. Mjørki var knappliga komin á hann.

Hann segði, at hann hevði sett bilin við Oyggarvegin nakað norðan fyri Hotel Føroyar.

Politiið bað mannin ikki fara víðari.

Ein tíma eftir fráboðanina kom politiið fram á bilin.

Farið varð so at leita við tveimum hundum, og beint fyri midnátt komu teir fram á mannin, sum hevði gingið eystur eftir úr Lambafelli.

Maðurin var kaldur, men hann hevði tað annars gott.

 

Næsta grein: Skúlin og ferðslulæra