Vitja her meðan tú situr í sofuni

Snorri Brend
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 3

aktuelt.fo » Innanlands Bila tíðindi
Mánadagur 30. apríl 2012 - 19:19

Nýggjasta tøknin, saman við eini verkætlan hjá NORA, skapar nú møguleikar fyri, at ferðafólk kring allan heimin kunnu fáa túrar við frásøgn frá ferðaleiðara í Tinganesi, hóast tey ongantíð hava verið her

Í fyrstu atløgu hevur henda verkætlanin gjørt tað, at fólk við app-tøknini kunnu vitja í Suðurgrønlandi, Norðurnoregi, Reykjanesi og í Havn – uppá tann virtuella mátan.
Endamálið er at skapa umrøðu og áhuga fyri hesum fýra londunum, mentanini, søguni og náttúruni.
Á henda hátt ber til at fara ein túr við ferðaleiðara kring Havnina, har – í okkara føri – Ingigerð á Trøðni greiðir frá tí sum ein møtir á leiðini, ikki minst á søguligu støðunum í Tinganesi.
Hon heldur sjálv, at hesin møguleikin er væl egnaður fyri ferðafólk sum koma við á Havnina við ferju ella ferðamannaskipi árla á morgni áðrenn Kunningarstovan letur upp.
- Henda app’in hevur sínar avgjørdu fyrimunir, og vóni eg at næsta stigið verður at gera eitt líknandi tilboð í Kirkjubø, sigur Ingigerð sambært heimasíðuni hjá NORA – www.nora.fo – sum ber hesi tíðindini.

Við hesum verður vónað, at ein røkkur longur út enn tær litføgru brosjururnar gera, og at fólk soleiðis kunnu síggja tey ymisku ferðamálini á fartelefonini, og síðani taka avgerð um at fara til tað ávísa staðið um summarið.