Yitzhak Shamir deyður

Árni Joensen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 5

aktuelt.fo » Uttanlands
Sunnudagur 1. juli 2012 - 15:00

Fyrrverandi ísraelski forsætisráðharrin Yitzhak Shamir er deyður, 96 ára gamal. Tað var Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, sum kunngjørdi andlátið. Hann segði, at Shamir var ein av teimum, sum hevði bygt Ísrael upp, og sum hevði stríðst fyri einum jødiskum ríki.

Shamir, sum var formaður í Likud-samgonguni, var forsætisráðharri tvey tíðarskeið, fyrst frá 1983 til 1984 og seinni frá 1986 til 1992.

Yitzhak Shamir var føddur í Póllandi, men fór til Palestina, eftir at hann hevði mist foreldrini og sytkini undir seinna heimsbardaga.