Landingarmiðstøðin nýggjar eigarar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Leif Láadal

06.12.2013 - 18:43

Aktuelt > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Ídag hevur Landingarmiðstøðin á Toftum fingið nýggjar eigarar. Nýggju eigararnir eru teir somu sum síðani hálvan apríl í ár hava leigað Landingarmiðstøðina frá Trotabúnum.

Síðani P/F Landingarmiðstøð Føroya mátti gevast við virksemi sínum áðrenn páskir í ár, hevur bústjórin Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, havt ábyrgdina av trotabúnum.

Virksemið lá bara stilt í ein lítlan mánað, tí síðani 15. apríl hevur SP/F Landingarmiðstøðin við Toftagjógv leiga landingarmiðstøðina frá trotabúnum.

Og tað er nú hetta felag, SP/F Landingarmiðstøðin við Toftagjógv, sum hevur keypt landingarmiðstøðina. Talan er um ein samanbygdan virkisbygning, við tilhoyrandi útbúnaði. Eigararnir í SP/F Landingarmiðstøðini við Toftagjógv eru Niclas Davidsen, Rúni Lamhauge, Per Mikkelsen og SP/F Molva v/ Jóhannus M. Olsen og Pola Hansen.Niclas Davidsen er nevndarformaður og Rúni Lamhauge er stjóri.

Uppá fyrispurning um, hvat keypskostnaðurin er, siga teir báðir, Niclas Davidsen og Rúni Lamhauge, at teir hava havt forhandlingar við búgvið og BankNordik, og seljari og keypari eru samdir um ikki at upplýsa keypsprísin, men at báðir partar eru nøgdir við prísin.

Teir báðir lata hampuliga væl at gongdini í tíðarskeiðnum, teir hava leiga landingarmiðstøðina. - Hetta er kanska ikki besta tíðin til at gerða íløgur í vinnuvirksemi, sum í stórstan mun er grundað á botnfiskafiskiskapin undir Føroym, men vit vóna, at fiskiskapurin í framtíðini fer at taka seg uppaftur. Vit trúgva uppá, at vit í framtíðini fara at fáa nokk at gera og at tað fíggjarliga fer at bera til, ella høvdu vit sjálvandi ikki gjørt hesa íløgu, siga Niclas Davidsen og Rúni Lamhauge.

Kelda: nes.fo