Í lesarabrævinum “Partapolitiskur taktikkur heldur enn fólkaræði” harmast fólkatingsmaður Javnaðarfloksins, at tilráðingin frá Jóannesi Eidesgaard um, at tíðin er komin at skipa blokkpolitik í Føroyum, fær eina viðgerð, sum ikki fer beint inn hjá Javnaðarflokkinum.
Sjúrði so líkt, fær flokkurin, sum skapti politikaran Sjúrð Skaale, sín ríkiliga part av atfinningunum. Sjálvgjørdu niðurstøður hjá skematarnum í Javnaðarflokkinum liggja heldur ikki eftir, tá ið hann skrivar, at Tórbjørn Jacobsen er ein av tungvektarunum í Tjóðveldinum, og at floksformaðurin Høgni Hoydal bert mælir til eina minnilutastjórn fyri at sleppa undan at svara upp á spurningin um “blokkpolitikkin” hjá Sjúrði og Jóannesi.
“Politiski veruleikin”
Vit mugu “fyrihalda okkum til politiska veruleikan”, er ein útvatnaður setningur í politiska kjakinum. Ikki ókendur heldur, tá ið Jóannes Eidesgaard sat sum løgmaður, men eg skal viðganga at longri bleiv í millum endurtøkuna, eftir at Javnaðarflokkurin hevði valt Kaj Leo Holm Johannesen til løgmann og Jóannes Eidesgaard fór í Fíggjarmálaráðið.
Eg vil tó heita á Sjúrð Skaale og Jóannes Eidesgaard um at fyrihalda seg til setningin um tann politiska veruleikan, hann er sum kunnugt ikki so einfaldur, sum lagt verður upp til í greinini hjá Eidesgaard og í stuðlandi lesarabrævinum hjá Skaale. Tjóðveldi vil ikki renna undan viljanum hjá veljarafjøldini, sum ynskir einar frælsar Føroyar. Til tess er tann spurningurin alt ov grundleggjandi. Hetta passar kanska ikki inn í hugsjónarleysa ástøðið hjá fólkatingsmanninum, men tað er einki at ivast í, at ein møguligur blokkpolitikkur á vinstraveinginum hevði havt ilt við at gingið hesum á møti, tað er fólktatingsmaðurin eitt livandi prógv um.
Veruleikin handan blokkynski hjá Eidesgaard og Skaale
Tað ljóðar jú so smart og tilforlátiligt, at veljarin skal vita áðrenn valið, akkurát, hvat hann fær. Og tí mælir Sjúrður Skaale til blokkpolitikk.
Høgni Hoydal hevur sagt, at um politikarar og flokkar standa við tað, sum teir siga áðrenn eitt val og við sínar hugsjónir, so er tað besta trygdin fyri fólkaræðið. Hesum er Sjúrður ikki samdur í.
Men hvat siga royndirnar okkum? Sjúrður Skaale fór til val uppá eitt, men gjørdi beint tað øvuta, tá hann var valdur. Jóannes Eidesgaard kastaði saman við teimum borgarligu og førdi í 8 ár fólkaflokspolitikk og sambandspolitikk í einum "blokki" móti Tjóðveldinum og øllum prinsippum hjá Javnaðarflokkinum.
Og Sjúrður Skaale og føroyski javnaðarflokkurin er nú avgerandi atkvøðan hjá eini danskari stjórn, har danskir flokkar fóru til val sum ein blokkur - og nú hava gjørt beint ímóti tí, sum tey lovaðu.
Onki av hesum hevði hent, um flokkar og politikarar stóðu við síni prinsipp og ikki gjørdu beint ímóti tí, sum teir hava lovað. Um teir bert høvdu í hvussu so er bara eitt sindur av trúvirði og integriteti. Og sjálvandi ber væl til at gera semjur og finna loysnir, hóast tú ikki selur alt út og bara ger alt fyri valdið.
Vit mugu eisini spyrja okkum sjálvi, hvat Sjúrður Skaale meinar við, tá hann tosar um blokkpolitikk. Er tað gott fyri fólkaræðið?
Loysing og fólkaræði
Áðrenn vit hava avgreitt ríkisrættarliga spurningin endaliga, er tankin um blokkpolitikkin fjarur. Mest av øllum tykist útspælið frá Eidesgaard og Skaale at vera ein roynd at teppa fólkaræðið og viljan at ráða í egnum landi. Tað er fjalda dagsskráin hjá fólkatingsmanninum, og amboðið er at tekkjast veljarafjøldini við m.a. at skriva: “Tað rætta hevði sjálvsagt verið, at samgongusamráðingar vóru ÁÐRENN valið, so veljarin visti, hvat hann fekk, um hann valdi hendan ella handan flokkin. Áðrenn hetta fæst í lag, ber illa til at siga, at vit hava fólkaræði í Føroyum”. Hetta er at renna undan politiska veruleikanum, hetta er at gera eina roynd at tekkjast veljaranum á ein ódámligan hátt.
Tjóðveldi merkir fólkaræði, og tann dag, tað er politiskt gjørligt at fremja blokkpolitikk í Føroyum, er flokkurin sjálvandi til dystin fús. Hinvegin so gongur fólkatingsmaðurin ikki undan í sínum arbeiði at broyta “politiska veruleikan”, tá ið hann á Fólkatingi á sínum nýsalaða politiska gangara sigur:
“Jeg mener ikke at fælleskabet hverken kan eller skal opløses. Men hvis de økonomiske forudsætninger ændres – hvis olie-elefanten fx bliver fundet – så kommer der pres på. Så bliver det nødvendigt at redefinere rigsfællesskabet som et fællesskab uden økonomisk afhængighed og hvor parterne er mere ligestillede, end tilfældet er i dag”.
Semjur og samstarv
Tað kann tykjast, at semjur og samstarv ikki hava verið partur av politiska arbeiðinum í Føroyum. Tað er ikki rætt. Sitandi samgonga hevur tó við sínum kalda høgravenda politikki skapt føroyska stættasamfelagið.
Sjálvandi skulu Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn arbeiða tætt saman og hava eitt greitt alternativ. Og tað krevjast stórar broytingar fyri at taka upp aftaná tann grova høgrapolitikkin, sum núverandi samgonga førir. Men ynskja vit frameftir eitt fólkaræði, sum líkist tí amerikanska, har grovur og oyðileggjandi høgrapolitikkur verður førdur eitt valskeið, og síðani noyðast vinstraflokkarnir at brúka nærum eitt heilt valskeið at rudda upp og toga hinvegin.
Hvussu heldur Sjúrður Skaale, at Tjóðveldi skal arbeiða fyri tí, sum hann er valdur uppá og fyri sínum hjartamálum, um Javnaðarflokkurin kann velja millum Sambandsflokkin og Tjóðveldi, meðan Tjóðveldi bert hevur møguleika við Javnaðarflokkinum?
So tosið hjá Jóannesi og Sjúrði um blokkpolitikk tykist mest at vera ein roynd at sleppa undan tí heilt grundleggjandi: Vil Javnaðarflokkurin og politikarar hansara standa við tað, sum tey siga áðrenn eitt val og við síni prinsipp? Um tey ikki vilja tað, so hevur hvørki blokkpolitikkur ella politikkur yvirhøvur nakra meining. Og júst tað er orsøkin til støðuna í føroyskum politikki í dag.