Ein sonn perla
Bjørghild Djurhuus
Mitt í høvuðsstaðnum er mítt arbeiðspláss, Kommunuskúlin, og eri eg so heppin at hava 2 stór vindeygu sum venda út móti Tórsgøtu. Tá eg um morgunin eri komin til arbeiðis, havi eg mangan eygleitt pensionistarnar sum fara so spelknir framvið, ávegis oman í Tilhaldið.
Onkuntíð eri eg til gongu, og tá havi eg fingið eitt prát við onkran teirra sum so glað hava greitt frá, at tey eru á veg oman í Tilhaldið til telduskeið ella eitthvørt annað handaligt.
Í dag fór eg eitt ørindi oman í Tilhaldið til mín starvsfelaga Vanju, sum er leiðari i Tilhaldinum. Tað er hon, saman við øðrum góðum fólkið, sum samskipar tiltøk og hugnar um pensionistarnir í høvuðsstaðnum.
Eg má viðganga, at tað var ein sonn frøði, at hoyra tey syngja, tað var hetta sum var á skránni í dag. Tey sungu so hjartaliga, at eg næstan var freista til at syngja við. At hugsað sær, tað fyribyrgjandi í at syngja, vøddarnir verða mýktir, heilin hildin í gongd, og ein gerst glaður av at syngja.
Trúføst eru tey eisini. Hugsaði við mær sjálvum, at tað kunnu ikki verða nógv har í morgun, ein slíkan illveðursdag, fleiri tiltøk runt landið vóru avlýst, eisini í Tórshavn. Men tað fekk eg skjótt at sannað, úr eystur og vestur vóru tey savnaði í morgun, og sigur hetta ikki so litið um, hvussu stóran týdning tilboðini í Tilhaldinum hava fyri hendan aldursbólk.
Eg fór avstað aftur úr Tilhaldinum við eini kenslu av nærleika, umsorgan og gleði.
Eg stúri ikki fyri mínum aldurdómi, væl at merkja um heilsan er til staðar.
Tilhaldið er einn sonn perla mitt í Havnini.
Takk fyri upplivingina eg fekk við mær í dag.