Politiskar kastibløkur bøta ikki um viðurskiftini hjá støkum uppihaldarum








aktuelt.fo »
Hósdagur 16. august 2012 - 12:15

Í tveimum hjartanemandi innsløgum í farnu viku, greiddu fyrst leiðarin av Herberginum, Martin Kúrgerg, og síðani Leif Erik Niclasen um syrgiligu støðuna hjá nøkrum støkum uppihaldarum, sum eru noydd at biðja um mat frá sjálvbodnum. Útvarpið hevði eisini samrøðu við meg um málið. Síðani stóðst mikil orðadráttur í skrivaðu og sosialu miðlunum – ikki um støku uppihaldararnar, men í fyrstu atløgu um tað eg segði í útvarpinum og síðani um hvør politiskur flokkur hevur gjørt mest fyri at bøta um korini hjá støku uppihaldarunum.

Eg harmist almikið um, at hetta týdningarmikla mál gjørdist ein politisk kastibløka, um hvør hevur sagt hvat , og hvør politiskur flokkur hevur gjørt mest. Eg biði hesi fólk, ið liva undir so truplum umstøðum halda okkum til góðar. Sannleikin er, at allir flokkar á tingi eiga sín lut í, at korini hjá støkum uppihaldarum, hóast alt eru batnaðar seinnu árini. Vit eru langt frá komin á mál og vit hava framvegis nógv arbeiði eftir at gera.

Tó kenni eg meg noyddan at koma við eini rættleiðing eftir blaðgrein hjá formanninum í Tjóðveldi, har eg verði løgd undir at bera grov ósannindi fram, sum als ikki hava hald í veruleikanum. Hóast hendan skrivingin aftur og fram ikki bøtir um støðuna hjá støkum uppihaldarum í Føroyum, so uppliva vit tó alt ov ofta í politisku skipanini, at ósannindi, sum fáa loyvi at standa, gerast til ævigar sannleikar millum manna.

Í fyrru greinini eg skrivaði setti eg fram nakrar ábøtur, ið eru gjørd fyri viðurskiftini hjá støkum uppihaldarum í Føroyum, uttan at hvørki eg ella samgongan tók sær æruna av nøkrum, hóast formaðurin í Tjóðveldi vil vera við at so var. Í greinini nevndi eg hesi átøk:

1) Hækkaður lestrarstuðul til stakar uppihaldarar
2) Barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar
3) Økta barnafrádráttin
4) Lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk
5) Fátækramark
6) Bústaðarpakkin og víðkaðu heimildirnar hjá Húsalánsgrunninum

Til 1
Uppskotið um hækkaðan lestrarstuðul til stakar uppihaldarar var lagt fram tann 24. apríl 2009 og samtykt stutt eftir. Samgonga var tá ímillum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, og eg sjálv var landsstýriskvinna í innlendismálum. Uppskotið bleiv samtykt við stuðli úr øllum flokkum á Tingi.

Til 2
Uppskotið um barnaískoyti til stakar uppihaldarar varð lagt fram undir ABC á heysti í 2007, men datt burtur, tá val bleiv útskrivað. Eitt samt løgting atkvøddi málið ígjøgnum, meðan sonevnda CHE-samgongan sat, og tá fyrsta útgjaldið varð latið, sat ABC aftur við stýrisvølin. Sostatt eiga seks flokkar á tingi sín stóra lut í hesum góða átaki.

Til 3
Núsitandi samgonga hækkaði barnafrádráttin í vetur við 1.000 krónur fyri hvørt barnið. Uppskotið var eisini við í kørmunum fyri 2012, so eisini her eiga allir flokkar á tingi sín lut.

Til 4
Lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum uppraðfestir veitingarnar til støk við børnum, havi eg sjálv lagt fram í ár, men fyrrverandi landsstýriskvinnan og farna samgonga eigur stóran heiður av hesum arbeiði. Eitt samt løgting tók seinni undir við hesum uppskoti

Til 5
Uppskotið um fátækramark er upprunaliga eitt uppskot frá Miðflokkinum. Her var ikki breið semja í løgtinginum. Fyrsti liðurin í arbeiðinum varð longu framdur, tá Hagstovan gjørdi síðsta heyst kunngjørdi kanningina um fátækraváða. Hetta arbeiðið er millum raðfestingarnar hjá mær komandi árið og havi eg fullan stuðul úr samgonguni at arbeiða víðari við hesum. Fyri rættleikans skyld skal eg tó nevnda, at fólkaflokkurin , sum tá sat í andstøðu ikki tók undir við upprunauppskotinum frá Miðflokkinum, men nú hevur fólkaflokkurin havna uppskotinum í landsstýrinum.

Til 6
Minnilutasamgongan legði málið fram síðsta heyst og eg tók undir við málinum bæði við aðru og triðju viðgerð. Um onkur ivast, so kunnu tey hyggja á heimasíðuna hjá Løgtinginum. Nú eg havi fingið ábyrgd av bústaðarmálum, ætli eg mær saman við fíggjarmálaráðharranum og Húsalánsgrunninum at arbeiða bøtt um bústaðarviðurskiftini hjá m.a. støkum uppihaldarum.

Lat okkum bøta um umstøðurnar saman
Samanumtikið hava allir flokkar á tingi við ymsum átøkum verið við at bøta um umstøðurnar hjá støkum uppihaldarum, og hevur ikki nakar ávísur flokkur skara framúr á hesum øki. Skiftandi samgongur hava lagt uppskotini fram, meðan í flestu førum hevur verið breið semja millum allar flokkar í Løgtinginum. Mín vón er, at hetta góða samstarvi heldur fram komandi árini, og at vit leggja politiskan tvídrátt afturum okkum til frama fyri tey sum veruliga hava tað trupult í okkara samfelag. Tað skylda vit teimum.

Annika Olsen
Landsstýriskvinna í almannamálum