Tað ber (ikki) til…

Eydna og Benjamin


Hoyr bræv

Printa

Viðmerkingar 6








aktuelt.fo »
Mikudagur 6. mars 2013 - 09:29

Tað ljóðar sum ein vánalig umbering at siga, at tað ikki ber til at gera ein arm á terminalin, so øll ferðafólk sleppa beint inn í flogfarið. Og at áleggja teimum, sum ikki kunnu ganga, eitt eykagjad fyri sítt brek ella sjúku, er so fjart frá øllum vanligum handicappolitikki, at eg havi ikki orð fyri tí.

»If we worked on the assumption that what is accepted as true really is true, then there would be little hope for advance« (Orville Wright)

Leysliga umsett: Um vit arbeiddu út frá, at tað, sum verður hildið at vera satt veruliga er satt, so hevði vónin fyri framburði verið lítil.

Brøðurnir Wright. Eitt ynski. Ein vilji. Tað var tað, sum skuldi til fyri at flyta táverandi sonnu útsøgnina »menniskjað kann ikki flúgva« til núverandi sonnu útsøgnina »menniskjað kann flúgva«. Teir bygdu flogfarið, tí teir lótu seg ikki støðga av, at fólk søgdu teimum, at tað ikki bar til.

Flogførini eru uttan iva ein av teimum uppfinningunum, sum hava broytt heimin mest. Fyrstuferð mamma mín var uttanlands, var hon 30 ára gomul. Fyrstu ferð eg sjálv var uttanlands, var eg seks ára gomul. Sonur mín, sum er 7 ára gamal, hevur ferðast so ofta til fleiri ymisk lond, at eg als ikki havi tal á tí.

Tann fyrr so stóra verðin er vorðin pinkalítil, tí í tráð við at tað er vorðið alt vanligari at ferðast, er tað eisini vorðið bíligari og ómakaleysari.

Flogvallir og flogfeløg kappast um at veita bestu tænastuna, og júst tann góða tænastan er ein av orsøkunum til, at eg havi hildið meg til at ferðast so nógv við soninum.

Benjamin situr nevniliga í koyristóli. Hann er tað, sum á flogvallarmáli verður nevnt »ein carry onboard«. Tað merkir, at hann ikki fær gingið eitt tað einasta fet, og tískil má hava hjálp at koma umborð. Hetta er tó als eingin trupulleiki. Á flestu flogvallunum fáa vit sum oftast koyrt heilt út til flogfarshurðina, og síðani fáa vit hjálp til tað seinasta lítla strekkið inn á setrið.

Mínar royndir eru, at flogvallir støðugt royna at bøta um hjálpina, tey veita fólki við kropsligum avbjóðingum m.a. við serligum flogvallarfylgjarum, sum hjálpa til á allar hugsandi hættir. Tað sama havi eg upplivað vesturi í Vágunum, har starvsfólkið bæði er tænastusinnað og óalmindiliga fyrikomandi.

Tí hevði eg ilt við at trúgva tí, tá tað nú frættist, at fólkini handan spildurnýggja terminalin í Vágunum als ikki tykjast hava hugsað um tey, ið av ymsum áðum ikki sjálvi fáa gingið. Tá man nú ger ein nýggjan terminal, hví so ikki gera hann optimalan?

Føroyingar hava serstakliga nógvan sjúkuflutning, umframt tey, ið eru illa gongd ella púra lamin. Men tað er ilt at fáa eyga á góðviljan og góðu tænastuna mótvegis hesum bólkinum í nýggja terminalinum. Tey sýnast ikki ordiliga hóska til nýggju stásiligu ætlaninar, ja, tey koma faktiskt eitt sindur uppá tvørs, tí tey eru so besverlig, krevja eyka arbeiði og serliga útgerð. Tí skulu tey nú rinda meiri enn hini. Eitt sovorði: »tey-sum-ikki-sjálvi-kunnu-ganga-umborð-á-flogfarið-gjald«. Púra øvugt av tí handicapvinarliga politikki, sum allar aðrar floghavnir miðja ímóti.

Tað ber ikki til at gera ein »arm«, so fólk kunnu sleppa beint inn í flogfarið, sigst. Hóast flogfarið er uppfunnið, og tað ber til at fara behagiliga sitandi kring allan heimin við einum paraplydrinki í hondini langt yvir skýggjunum - so ber tað ikki til at gera eina líkinda inngongd, skilst. Orsakið meg, men hvat?? Vit kunnu flúgva!!! Men tað ber simpulthen ikki til sleppa umborð?

Eg má bara vísa til Wright enn einaferð. Um vit ganga út frá, at tað, sum verður hildið at vera satt veruliga er satt, so er lítil vón fyri framburði.

Wright fekk okkum á flog. Vælsignaðu tit í Vága Floghavn, skrottið handan »skrellibilin« og hatta eykagjaldið til tey ógongdu, farið aftur til tekniborðið og broyti útsøgnina »Tað ber ikki til at sleppa beint inn í flúgvaran« til útsøgnina »Tað ber sjálvandi til at sleppa beint inn í flúgvaran«.

Alt annað er at halda okkum fyri spott.

Eydna Skaale

Vís fleiri lesarabrøv