Nýggja farstøðin í Vágum fylgir øllum ásetingum í sambandi við bygging av nýggju farstøðini, herundir eisini teimum ásetingum, sum fevna um tey sum hava kropsligar avbjóðingar. Bygningurin er m.a. í einari hædd, soleiðis at tey sum, eitt nú koyra í rullistóli í farstøðini kunnu koma til og frá uttan hjálp.
Viðvíkjandi rampuni, sum skal flyta fólk sum hava kropsligar avbjóðingar umborð á flúgvarin hevur verið ført fram, at hendan skal fíggjast við brúkaragjaldi. Tíverri hava nøkur fingið tað fatan, at ”brúkari” skuldi fatast, sum tey ið hava kropsligar avbjóðingar. Tað skal IKKI fatast soleiðis. Tá ið tosað varð um brúkara, so eru tað flutningsfeløgini, sum brúka flogvøllin, sum sipað var til.
Viðmerkjast skal, at hetta er vanliga mannagongdin aðrastaðni.