HB og Víkingur møtast í stórsteypadystinum, sum verður sunnudagin 9. mars á Ovara vølli í Gundadali (Mynd: Álvur Haraldsen)

Stórsteypadystur 9. mars

Emil Lisberg Jacobsen

26.02.2014 - 09:59

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Sunnudagin 9. mars møtast HB og Víkingur í stórsteypadystinum, sum er vorðin eitt afturvendandi tiltak hjá Lions Club í Føroyum og Fótbóltssambandinum.

Hetta er dysturin millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá árinum fyri, og hetta er áttanda árið á rað, at skipað verður fyri dystinum, ið verður á Ovara vølli í Gundadali.

Endamálið er at fáa ein góðan dyst, sum samstundis savnar pengar inn til eitt gott og vælgerandi endamál.

Í ár fara pengarnir frá stórsteypadystinum til eitt altjóða Lions-átak, sum er at stuðla bygging av eini lyftu á einum heimi fyri brekað í Dusheti í Georgia. Saman við Lions Club International eru føroysku Lions-klubbarnir við til at fíggja hesa íløgu, ið skal gera tilveruna munandi lættari hjá teimum brekaðu, sum búgva á heiminum í Dusheti.

Hetta verður fimtu ferð, at HB spælir stórsteypadyst, og triðju ferð, at Víkingur er við. HB hevur vunnið tvær ferðir og Víkingur hevur enn sín fyrsta sigur til góðar.

Atgongumerkini til stórsteypadystin kosta tað sama sum til ein vanligan landskappingardyst í Føroyum.