Tríggir flokkar vilja hava Gerhard Lognberg

Kaj Joensen

05.11.2013 - 12:30

Aktuelt > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Hann skal vera hjartaliga vælkomin.


Tað siga Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, tá teir vera spurdir, um teir vilja havaGerhard Lognberg í sín flokk.

Og formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Kári P. Højgaard, er eisini áhugaður í, at fáa Gerhard Lognberg í flokkin.

- Vit hava bert ein tingmann, og tað er ynskiligt at flokkurin styrkir seg, sigur Kári P. Højgaard.

Sostatt tykist tað vera greitt, at Gerhard Lognberg, sum bleiv koyrdur úr Javnaðarflokkinum leygardagin, hevur í øllum førum tríggjar flokkar at velja í, um hann ætlar sær uppí ein annan flokk, tað sum er eftir av valskeiðnum.

Allir tríggir floksformennirnir leggja tó dent á, at eingin teirra hevur havt fund við Gerhard Lognberg, um hvat hann ætlar sær. Jenis av Rana sigur, at hann hevur prátað við Gerhard Lognberg um støðuna, men tað er púra óformelt.
Kári P. Højgaard sigur, at tað er eingin loyna at teir tosa saman, men talan er ikki um samráðingar.

Eisini Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at einki formelt samband hevur verið teirra millum. Tá Kaj Leo Holm Johannesen bleiv formaður, var eitt av málinum, at flokkurin skuldi gerast so stórur sum møguligt.

- Vit hava altíð havt gott samstarv við Gerhard Lognberg, og vil hann fylgja stevnuskránni, skal hann vera hjartaliga vælkomin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Spurningur er so, hvør flokkur hóskar best til Gerhard Lognberg. Sjálvur vil ikki ikki gera nakrar viðmerkingar til flokksskifti.
Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at hann Samandsflokkurin kundi verið eitt náttúrligt val, tí fyrrverandi javnaðartingmaðurin hevur áður stillaðu upp fyri Sambandsflokkin. Og í etiskum spurningum, er tað upp til tinglimirnar sjálvar at gera av, hvat teir atkvøða.

Jenis av Rana heldur hinvegin, at tað skuldi verið løgið, um Gerhard Logbnberg ikki hevði Miðflokkin í tonkunum.

- Høvuðsmálini hjá Miðflokkinum eru tey etisku, andaligu, moralsku og sosialu málini. Í teimum skulu vit vera samdir, men í øðrum málum eru tinglimir meira fríttstillaðir, og flokkurin loyvir ymiskum hugsjónum. So eg síggi ongan trupulleika í, at Gerhard Lognberg kemur í Miðflokkin, sigur Jenis av Rana.

Jenis av Rana sigur eisini, at flokkurin fer ikki at biðja um ein fund við Gerhard Lognberg.

- Vit fara at geva frið at taka eina avgerð, sigur Jenis av Rana.

Floksformennirnir í Sambandsflokkinum og Sjálvsstýrisflokkinum siga tað sama.

- Eg gangi útfrá, at hann(Gerhard Lognberg,red)fer venda sær til onkran flokk, sigur Kári P. Højgaard.