Tú kanst taka 160 útbúgvingar í Føroyum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Snorri Brend

28.08.2013 - 09:43

Aktuelt > Mentan > Uppaling & skúlaskapur

LESTUR: Tað ljóðar ótrúligt, men satt er tað: Tað er ikki neyðugt hjá lesihugaðum ungdómi altíð at leita sær uttanlanda at lesa.


Prógvið fyri hesum sæst í bókini ”Les & Lær í Føroyum” og sum Føroya Ungdómsráð legði fram fyri almenningin í gjár.

Bókin er eitt samstarv millum FUR, føroysk fakfeløg og Vinnuhúsið, og vendir sær bæði til ung og tilkomin.

- Ja, henda bókin er til tey ungu, sum skulu velja sær sína útbúgvingarleið, men hon vendir sær so sanniliga eisini til tey tilkomnu, sum ynskja at endurútbúgva ella at víðarútbúgva seg, upplýsir Rói Poulsen, formaður í FUR.

Bókin er ein lýsing av teim gymnasialu miðámsútbúgvingunum og teim yrkisligu miðnámsútbúgvingunum, og tað er her, at tað verður staðfest, at tilber altso at taka einar 160 ymiskar útbúgvingar í Føroyum. Her er talan um stuttar, miðal og langar framhaldsútbúgvingar og ph.d.-lestur, umframt parttíðarútbúgvingar og ikki próvgevandi útbúgvingar.

Fyri Róa Poulsen er eingin ivi um, at tað eru fleiri útbúgvingarmøguleikar her, enn fólk flest geva sær far um og bókin er ætlað til at tað skal vera lættari og greiðari at leita sær kunning um teir møguleikar, sum finnast.

- Tað er eisini undarlgt, at tað er nógvar ferðir lættari hjá føroyskum ungdómi at finna útav hvørjar útbúgvingar eru í Danmark enn í Føroyum, hóast talið á útbúgvingum er fleirfaldað størri, og at Danmark er 1.100 kilometrar burturi, vísir hann á.

Umframt bókaútgávuna arbeiðir FUR eisini við at fáa eina heimasíðu í lag, har enn fleiri upplýsingar verða at finna um ta einstøku útbúgvingina. Her verður eisin møguleiki hjá tí einstaka at finna fram til eina hóskandi útbúgving, út frá teimum førleikum og royndum sum viðkomandi hevur.

At tað er tørvur á einum slíkum átaki, og at tað hevur skund, er Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, eisini sannførd um.

- Tær ymisku útbúgvingarnar kappast um tey lesandi. Og skulu vit standa okkum í kappingini um ungdómin, so mugu vit marknaðarføra útbúgvingarnar, sum verða bjóðaðar fram her hjá okkum, legði hon dent á.


(Mynd: Vinnuháskúlin)

Aðrar myndir eru frá framløguni hjá FUR í gjár